Skriva út
Samskifti


REX litaval

Trýst á myndina omanfyri og tak forritið niður á telduna. Tá tú letur forritið upp, kanst tú blaða ímillum tær ymsu síðurnar og síggja ovurhonds stóra úrvalið av litum, strípum og samansetingum, Rex hevur at bjóða.



FOREKS
Varðagøta 3
FO-100 Tórshavn

Telefon 22 58 40
Telefon 22 58 41
Telefax 31 58 48
markisur@gmail.com

Heim


Várið er komið og summarið nærkast !

                    
                     Les grein um uttandura hugna - alt árið.

FOREKS hava í seinastuni havt blaðgrein í SOSIALINUM tann 31. mars, og
hava seinni verið í sendingini bilradio í RÁS 2. Afturmeldingarnar
hava verið jaligar, og tá ið tað samstundis gongur móti ljósari
árstíð, hevur eftirspurningur í seinastuni verið í støðugari øking.

FOREKS roynir alsamt í samstarv við markisuframleiðaran í Noregi at
gera betringar og tillagingar til føroysk viðurskifti. Sum dømi kann
her nevnast, at tað í 2010 fæst ein nýggjur frontur/framkantur til
allar markisur, eins og allar skrúvur verða viðgjørdar móti tering.


Nýggjar spennandi EL-PEISIR (veggmodel) komnar

                                   

Vit hava fingið eina sending av sera vælumtóktum el-peisum at seta upp á vegg.
Fleiri snið og litir eru, og inni undir teiginum: EL-PEISIR ovast á
síðuni er komið eitt dagført yvirlit yvir allar hesar, og aðrar
nýggjar spennandi el-peisir, og dagført prísyvirlit. Kundar hava verið
sera væl nøgdir við el-peisirnar, og afturmeldingarnar hava verið sera
góðar.


Roykjarar ikki longur bæði kaldir og vátir

Roykjarar síggjast alt meira uttandura – bæði, tí roykilógin setir sínar avmarkingar, men eisini, tí fólk ikki roykja inni heima hjá sær sjálvum, eitt nú í sambandi við føðingardagar, binduklubbar, veitslur og annað. Tá er gott at kunna standa heitur undir taki, og til endamálið hevur Foreks bæði markisur í fleiri litum og sniðum, umframt góðar kvartshitarar av ymsum slagi.






Leiga hitarar út

Vegna stóran eftirspurning fara vit nú eisini undir at leiga hitarar út. Úrvalið er tríggir ymsir hitarar, sum verða leigað út eftir teimum treytum, at vørurnar verða heintaðar og latnar aftur í sama standi. Hetta er úrvalið:
  • Algarve (1,3 kW kvartshitari)
    leiga um dagin 200 krónur, fyri eitt heilt vikuskifti 400 krónur
  • Sorento (2,0 kW kvartshitari)
    leiga um dagin 250 krónur, fyri eitt heilt vikuskifti 500 krónur
  • Bermuda (3,0 kW kvartshitari)
    leiga um dagin 300 krónur, fyri eitt heilt vikuskifti 600 krónur
  • Harvey spotter (3,0 kW kvartshitari)
    leiga um dagin 300 krónur, fyri eitt heilt vikuskifti 600 krónur

    Vegna at vit nú fara undir at selja grillir, hava vit fyribils avgjørt ikki at leiga grillir út longur.

    Nýtt yvirlit yvir markisulitir frá REX

    Júst nú er REX komið við nýggjum yvirliti yvir markisulitir, sum er galdandi frá 2008 til 2011. Tað ber til at taka yvirlitið niður í vinstra bredda á heimasíðuni, og har ber so til at blaða og síggja tær mongu og spennandi litsamansetingarnar, sum eru komnar.

    Vit hava verið á fleiri framsýningum í síðstuni, har vit hava sýnt fram tað nógva, vit hava at bjóða. Ætlanin er at hava fleiri framsýningar kring landið, so tað er bara at fylgja við á heimasíðuni, so fáa tit nærri at vita her, tá okkurt nýtt er á skránni hjá okkum.

Les meira: